Far til innihald

Keypskurv

Tín keypskurv er tóm

Góð ráð og vegleiðing

Vit hjá Siri vita, hvussu umráðandi tað er at ansa væl eftir undir- og svimjiklæðum.

Fín pløgg mugu vaskast sera varliga. Við hesari leiðbeiningini kann tú tryggja tær, at tíni fínu pløgg halda sær longur. Fylg altíð vegleiðingini á merkiseðlinum í plagginum.

UNDIRKLÆÐI

Undirklæði skulu helst vaskast, tá tú hevur verið í teimum í ein ella tveir dagar.

Allarbest er at vaska undirklæði við hond. Fínar blondur og baldýringar halda sær nógv longur, tá tær verða vaskaðar varliga við hond. Fyll lunkað vatn (hægst 30°C) og vaskievni í eina balju. Dyppa pløggini í vatnið fleiri ferðir, men legg tey ikki á blot. Pløggini mugu ongantíð liggja still í vatninum. Tú mást ikki vinda ella gníggja tey. Skola við reinum lunkaðum vatni (hægst 30°C), til alt vaskievnið er burtur.

Vil tú helst nýta vaskimaskinuna? Tað ber til. Men legg altíð undirklæðini í ein vaskiposa, sum kann latast aftur, so tey ikki skaða maskinuna. Fyll ikki upp um ein triðing, og vaska einans saman við øðrum smápløggum. Vel eitt programm, har maskinan melur spakuliga. Set hana til 30°C ella vel eitt varisligt programm (t.d. skånevask). Nýt eitt milt, flótandi vaskievni. Nýt ongantíð bleinkingarevni, skolevni ella ullsápu.

Legg ongantíð undirklæðini í turkitrumluna, hong tey á stativið.

Undirklæði kunnu turkast fløt á einum handklæði ella heingjast á eitt stativ. Hong altíð brósthaldarar frá miðstykkinum framman, so teir torna javnt. Legg ongantíð pløggini á radiatorar ella líknandi, og legg tey ikki í skuffuna, fyrr enn tey eru heilt turr. Undirklæði mugu ikki strúkast.

SVIMJIKLÆÐI

Far helst ikki í hitarúm ella gosbað í nýggjum svimjiklæðum, hetta kann slíta tey nógv. Royn eisini at halda tey burtur frá klori og sólkremi. Hvørja ferð, tú hevur verið í svimjiklæðum, eigur tú at skola tey beinanvegin í reinum, lunkaðum vatni.

Svimjiklæði skulu vaskast í køldum vatni við vaskievni. Nýt eitt milt, flótandi vaskievni til viðkvom klæði. Legg tey ongantíð á blot alla náttina, og vind tey ikki.

Legg ongantíð svimjiklæðini í turkitrumluna, hong tey á stativið.

Svimjiklæði kunnu turkast fløt á einum handklæði ella heingjast á eitt stativ. Legg tey ikki í skuffuna, fyrr enn tey eru heilt turr.

Set teg í samband við okkum

Um tú hevur nakrar spurningar, fyll bara út frymilin niðanfyri, so venda vit aftur til tín.