Strongd fremur fita

Strongd fremur fita

Ein vísindarlig kanning kemur til ta niðurstøðu, at fólk, sum hava strongd, ella virka í einum strongdum umhvørvi, eru í størri vanda fyri at gerast ov tjúkk. Tað krevur tó, at tú ert strongd, ella arbeiðir í einum strongdum umhvørvi í eitt longri tíðarskeið. Strongd í styttri tíðarskeið ávikar ikki vektina.

 

Tað er University of Rochester Scholle of Medicine, sum hevur kannað 2782 starvsfólk hjá einari fyritøku í New York. Tað lá væl fyri at kanna fólkini, tí fyritøkan hevur verið noydd at siga nógvum fólkum úr starvi seinastu tíðina vegna avleiðingar frá fíggjarkreppuni, og vóru har tí nógv starvsfólk, sum høvdu fingið staðfest strongd, ella vóru ”væl á veg”.

 

Granskararnir siga, at tað er týdningarmikið hjá leiðslum í fyritøkum, sum verða noyddar at siga fólki úr starvi, at tey fara væl um starvsfólkini, sum eru eftir. Hesi mugu kunna kenna seg trygg, ella í hvussu so er fáa at vita væl og virðiliga, hvussu tað stendur til hjá fyritøkuni. Óvissa er ein stór kelda til strongd.