Øl kann hava ávirkan á psoriasis

Øl kann hava ávirkan á psoriasis

Ein stór amerikonsk kanning, har fleiri enn 80.000 kvinnur blivu kannaðar annaðhvørt ár í 20 ár, vísir at tað kann vera samband millum øl og húðsjúkuna psoriasis.

Ein av 80 kvinnum – samlað 1150 kvinnur – fingu psoriasis í eitt styttri ella longri tíðarskeið, og tað vísti seg, at tær, sum drukku meira enn 2,3 øl um vikuna, vóru í 72 prosent størri vanda fyri at fáa húðsjúkuna. Talan var um øl, ið var pilsnar-styrki ella hægri. Sonevndar lættar øl ella alkoholfríar øl hava ikki so stórt innihald av gluten, at tað ger mun.

Tá øl verður bryggjað, fer stívilsi frá gluten í bygg, og tað er hendan gongd, sum er undir illgruna fyri at vera orsøkin til, at fleiri kvinnur enn vanligt fáa psoriasis, um tær drekka øl.

Stóra kanningin er sum sagt gjørd av kvinnum, men tað er einki, sum bendir á, at tað sama ikki er galdandi fyri menn.

Alkohol hevur í nógv ár verið undir illgruna fyri at økja um vandan fyri psoriasis, og hendan kanningin er tann fyrsta, sum vísir eitt samband millum øl og psoriasis.

Tilvildarlig mynd.

Kelda: Naturli.dk