Mentanarnátt 2015

Mentanarnátt 2015

Vit gera altíð nógv burturúr at fáa dagin so hugnaligan sum gjørligt og bjóða øllum, sum koma inn á gott okkurt leskiligt og eina góða hugnaliga uppliving. Eisini hava vit hópin av góðum tilboðum, eins og Beauté Pacifique ger ókeypis húðskanningar í handlinum. (Ring á tlf. 316610 fyri at hoyra nærri um hetta ella fyri at bíleggja tíð til húðskanning)

Tekstur: Tórshavnar Kommuna

“Visit Tórshavn skipar í samstarvi við Tórshavnar kommunu fyri mentanarnátt á hvørjum ári í juni mánaði.

Síðani hon varð hildin fyrstu ferð í 2001, hevur Mentanarnáttin ment seg til størsta einstaka tiltak í Tórshavn aftan á ólavsøkuna, og ofta verður hon eisini rópt ”lítla ólavsøka.” Tiltakið er ár um ár vaksið í vavi, og er vorðið ein fólkaveitsla við tónleiki, undirhaldi, fyrilestrum og alskins tiltøkum. Hetta er kvøldið, tá ið veruligt lív kemur í Havnar gøtur, og fólk fara út at spáka, heilsa upp á fólk og vitja tey mongu tiltøkini – tey flestu ókeypis.

Í ár verður mentanarnáttin fríggjakvøldið 12. juni 2015 – sum vant við nógvum forvitnisligum tiltøkum. Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikurin sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

Skráin fyri mentanarnáttina 2015 sæst HER.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi Mentanarnáttini ber til at seta seg í samband við Visit Tórshavn, tel. 30 24 25.”