Leyst te frá Østerlandsk Thehus

Leyst te frá Østerlandsk Thehus

Østerlandsk Thehus, ið lat upp í 1889, hevur enn tann dag í dag størsta og besta úrvælið av te í danska kongaríkinum. Te’ini eru úr londum kring allan heimin og hevur Østerlandsk Thehus meira enn 200 sløg á lagur. Úrvælið  fevnir um fínastu góðskuna av reinum svørtum, grønum og hvítum te til tey meira siðbundnu aromatiseraðu svørtu, grønu, hvítu og reyðu te sløgini.

Hjá SIRI hava vit fleiri enn 10 av vælsmakkandi te blandingunum frá Østerlandsk Thehus. Talan er um leyst te í sera vakurt prýddum dósum. Eisini ber til at keypa leyst te at fylla uppí dósirnar.

SIRI – tí vit elska gott te ;)