Innbjóðing til ókeypis húðskanning og hugnakvøld

Innbjóðing til ókeypis húðskanning og hugnakvøld

Innbjóðing til ókeypis húðskanning og hugnakvøld
Aftur í ár ger Beauté Pacifique ókeypis húðskanningar hjá SIRI. 

Hósdagin til leygardagin 11.-13. juni bjóða vit tær inn á gólv hjá SIRI at fáa ókeypis húðskanning og samstundis royna og hoyra um serstaku Beauté Pacifique húð- og kropsrøktarrøðina.

Hesar dagar eru Beauté Pacifique vørur -20%!

Hugnakvøld

Hóskvøldið 11.juni er hugnakvøld í SIRI. Tilde frá Beauté Pacifique heldur ein fyrilestur um húðrøkt og um røðina frá Beauté Pacifique. Eisini bjóða vit lekkurt ábit: ginger ale punch, heimabakað breyð við pesto, sukurfríar køkur og clipper kaffi og te. Atgongumerki kunnu fáast fyri 50kr. hjá SIRI og øll vitjandi fáa ein Goodie-Bag.
Avmarka pláss, so skunda tær at ogna tær eitt atgongumerki.

Hví skanna húðina? Fyri at finna røttu vøruna júst til tína húð, viðmæla vit, at tú fært ein húðskanning. Hetta fyri at framleiða eina ultraljóðmynd av tíni húð og soleiðis staðfesta, hvussu húð tín hevur tað og hvat slag hon er.
Síðan ráðgevur ein serfrøðingurin frá Beauté Pacifique tær um hvørjar vørur best kunnu hjálpa tær at uppbyggja elastikkin og collagen-fibrini í húðini og soleiðis fáa hana at síggja 10 ár yngri og sunnari út.
Eftir at hava fingið tína skanning, ber til at gerast limur í okkara Beauté Pacifique viðskiftabólki. Tá tú so verður skannað/ur aftur í framtíðini, ber til at samanbera myndirnar við áður framdar skanningar. Eisini verða øll tíni keyp skrásett, so hvørja ferð tú hevur keypt fyri 3000kr, kanst tú velja tær eina vøru frá Beaute Pacifique ókeypis.
Beauté Pacifique hevur fyrr verið í handlinum og gjørt húðskanningar. Nú ber til hjá teimum, ið lótu seg skanna, samanbera húðina tá og nú. 

Minst til at fríggjadagin 12. juni er Mentanarnátt og nógv góð tiltøk eru í býnum. Vit gera altíð nógv burturúr at fáa dagin so hugnaligan sum gjørligt og bjóða øllum, sum koma inn á gott okkurt leskiligt og eina góða hugnaliga uppliving.

Øll tey, ið eru áhugaði, kunnu bíleggja tíð til húðskanning á tlf. 316610, støkka inn á gólvið ella við at senda teldupost til siri@siri.fo

Vit síggjast
Vinaliga
Siri Eysturoy