Hósdagin 11 juni høvdu vit hugnakvøld við fyrilestri um húðrøkt. Serfrøðingur frá Beauté Pacifique er á vitjan og hevði fyrilestur um húðrøkt. Luttakararnir fingu lekkurt ábit, vistfrøðiligar drykkivørur og ein gávuposa heim við. Gáviposin var á tremun við lekkrum vælvørum, smyrsil frá Nielens Jord, smynkupung frá Wolford og eina Vistfrøðiliga Organic Light frá Føroya Bjór.
Tiltakið var væl eydna og vit vóru sera glað fyri at tað var so stórur áhugi fyri hugnakvøldinum. Beuté Pacifique verður í handlinum og ger húðskanning til og við leygardagin 13. juni.
Hesa vikuna og í samband við mentannarnátt hava vit eina rúgvu av góðum tilboðum.
Fylg okkum á Facebook, har verður hvønn dag dagført um tilboð, upplýsing og annað.
Hugnakvøld og fyrilestur um húðrøkt
