Vit víðka okkara toymi

Vit víðka okkara toymi

Heilsuserfrøðingur til SIRI
Vit sóknast eftir einum fittum, fyrikomandi, nýskapandi og dugnaligum heilsuserfrøðingi at standa á odda fyri heilsudeildini hjá SIRI, ið fevnir um alt í heilsu og persónligari røkt.

Starvið
Tú hevur høvuðsábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av heilsudeildini. Tú skalt tryggja, at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænastan á heilsudeildini mennist støðugt í sambandi við tørvin í samfelagnum. Harumframt skalt tú tryggja, at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Tú verður í stóran mun við til at skapa starvið og at skipa menningina av SIRI frameftir.

Arbeiðstíð
Umleið 30 tímar um vikuna.

Høvuðsuppgávurnar hjá heilsuserfrøðinginum eru m.a.:
– bílegging og bóking av heilsuvørum
– vøruúrval og uppsetan av vørum í handlinum
– ráðgeva kundum og vegleiða í spurningum á heilsuøkinum
– læra og kunna hini starvsfólkini um tað, ið fyriferst á heilsudeildini
– ganga á odda soleiðis, at SIRI verður verandi í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum á náttúruheilivágs-, heilsukost- og vælveruøkinum
– kunna teg um tað nýggjasta í eitt nú heilsukosti, vistfrøði, náttúruheilivági, homøopati, vitaminum og mineralum, kostískoyti, vælveruvørum og húðrøkt.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir einum persóni, ið er útbúgvin farmakonomur, kostráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur líknandi, viðkomandi útbúgving ella royndir.

Ynskjandi er, at tú hevur vitan um:
– Kostískoyti
– náttúruheilivág
– homøopati
– vistfrøðiligar mat- og drykkivørur
– húðrøkt og kosmetikk

men tað er avgjørt rúm fyri at vaksa við uppgávuni.

Vit vænta, at tú m.a.:
– vilt veita ta bestu tænastuna, ert fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
– við tínum arbeiðshátti skapar góðan trivnað
– dugir at síggja heildina, og vilt gera neyðugar broytingar til frama fyri SIRI sum heild
– við hollum strukturi megnar at taka avgerðir, loysir ivamál, raðfestir og fremur ætlanir í verki
– hevur góðan samskiftisførleika í skrift og talu
– hevur telduførleikar á miðalstigi

NB. Hóast tú hevur ábyrgd av heilsudeildini, verður tú partur av øllum tí dagliga handilsvirkseminum hjá SIRI, og tí fert tú eisini at arbeiða við hinum serøkinum í handlinum, sum eru lingerie, mótaklæðir, bandasjur, kompressiónssokkar og skógvar.

Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Siri Eysturoy, tlf. 210506 ella senda teldupost til: siri@siri.fo.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast við telduposti til: siri@siri.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. august 2017.

SIRI – tí TÚ ert nakað serligt