Hevur tú mussa nakran í dag?

Hevur tú mussa nakran í dag?

Hví mussast vit? So løgið tað ljóðar, so er ikki so nógv gransking gjørd í mussing, og tí vita granskarar ikki so nógv meira enn, at vit mussast, tí okkum dámar tað. Tað er deiligt at mussa – tað verið seg sum par, ella bara ein lítlan muss á kjálkan frá einum vini. Eisini ber til at mussa á hondina, tó at hesin sigur ikki er so útbreiddur í Føroyum, og so er tað tann kendi slongdi mussurin. Slong mær ein, siga vit við børnini.

 

Mussar eru vælvera, og tí eiga vit kanska at brúka teir meira. Granskarar vita tó, at mussar útloysa endorfinir í heilanum. Hetta er sama kemiska evni, sum eitt nú myrk sjokuláta útloysir, eins og summir rennarar koma fram til sonevda ”runners high”, tá teir hava runnið eina góða løtu. Tá er eisini talan um endorfinir, sum verða útloystar.

 

MINNI STRONGD

Umframt alt tað deiliga við at mussast, so minkar ein góður mussur ella báðir tveir um strongd, vísa kanningar. Mongdin av kortisol í blóðinum, sum framalir strongd, minkar tá vit mussast. Tí minkar mussurin um strongdina og virkar hvílandi fyri kroppin.

 

Kelda: Naturli