Grønt te minkar um tannloysi

Grønt te minkar um tannloysi

Kanningar úr Japan vísa, at ein koppur av grønum te um dagin minkar um vandan fyri at missa tennirnar, tá tú gerst gomul/gamal.
Tað er ein frágreiðing, sum eitur Ohsaki Cohort 2006 Study, sum tekur støði í vanum hjá 25.000 japanar. Niðurstøðan er, at ein koppur av grønum te um dagin minkar 20 prosent um vandan fyri at fáa sjúku í tannkjøti, og tískil kanska missa tenn. Drekkur tú fleiri koppar av grønum te, minkar vandin enn meira, men tó so, at fimm koppar um dagin bert geva eina minking upp á trý prosent meira enn ein koppur um dagin – altso 23 prosent.
Grønt te reinsar munnin, og tað er hendan munnhygieinan, sum er orsøk til, at tannkjøt og tenn hava tað betri.
Hjá SIRI hava vit fleiri sløg av spennandi og vælsmakkandi grønum te frá dygdar framleiðarum so sum Pukka og Clipper. Eisini hava vit tað upprunaliga Grønt Te Ekstrakt. Kom inn á gólvið og fá holla vegleiðing frá okkara starvsfólki.