Góð ráð til brúðarundirklæðir

Góð ráð til brúðarundirklæðir

“Finn røttu undirklæðini til stóra dagin, áðrenn tú finnur brúðarklæðini.”

Tað eru ráðini frá SIRI, sum hevur meira enn 30 ára royndir at vegleiða í keypi av brúðarundirklæðum. Eitt brúdleyp er nakað heilt serligt – vøkur brúðarklæðir, makin í tínum lívi, familjan og vinirnir. Hevur tú eisini tey røttu undirklæðini, fert tú uttan iva at kenna teg væl frá innast til uttast. Við merkjunum Marie Jo, Calvin Klein og Prima Donna vilja vit hjá SIRI hjálpa tær at finna tað fullkomna settið. Vit hava eitt stórt úrvæl av vøkrum settum av undirklæðum, ið fáa ta bestu útgávuna av tær fram á stóra degnum.

Hugsa um vælveru

Røttu undirklæðini sita væl allan dagin. Hesum vilja vit fegin hjálpa tær við. Vit hava undirklæðir í nógvum sniðum og litum við blondum, perlum og í øllum støddum. Vit gera alt fyri, at tín dagur verður so góður sum gjørligt.

Persónligur ráðgevi

At keypa undirklæði kann vera ein sonn gleði: Ímynda tær ein persónligan stílráðgeva, sum alla tíðina vegleiðir teg, tá ið tú keypir undirklæði. Ein, sum veit alt um tað, sum hongur í handlinum, og hvørji snið hóska best til tín. Ein, sum leitar tey røttu sniðini fram, meðan tú slappar av í prøvarúminum. Við øðrum orðum: Tú verður forkelað frá byrjan til enda.

Rætti stílurin

Ráðiligt er at keypa brúðarundirklæðini, áðrenn tú fert at leita eftir brúðarklæðunum. Veitst tú hvat slag av brúðarklæðum, tú kundi hugsað tær, kanst tú fáa undirklæðir, ið passa júst til. Ert tú í rætta brósthaldaranum, tá tú roynir brúðarklæðini, sært tú, hvat hóskar best til tín. Hevur tú longu keypt klæðini, ert tú vælkomin at taka tey við, tá tú skalt finna undirklæðir. Hvørjir stroppar eru best egnaðir ella um tað skal vera stroppaleyst, tað finna vit eisini útav. Um vit ikki hava røttu støddina á goymslu, kann verða neyðugt at bíleggja. Hetta gera vit fegin, men tað kann taka 2-3 vikur at fáa til Føroya. Vit mæla tí til, at tú kemur at royna undirklæðir í góðari tíð, so vit kunnu tryggja okkum, at tú fært tað, tær dámar allar best.

Okkara lítla loyndarmál

Brúðarklæðini og undirklæðini eru klár, og umráðandi er at halda linjuna til stóri dagurin upprennur. Gongur ikki heilt at halda linjuna er PrimaDonna shapewear loysnin, sum strammar tað heila upp. Við henni fært tú eyka sjálvsálit. Stúr ikki – hetta verður millum okkum!

Tú í miðdepilin

Tað snýr seg 100% um teg! Njót at vera í miðdeplinum hesa løtuna. Stílráðgevin hevur til endamáls, at tú fert úr handlinum aftur við undirklæðum, sum sita perfekt. Umráðandi er, at tú kennir teg væl á tínum serliga degi. Fylg tí hjartanum, tá tú velur brúðarundirklæðir og brúðarklæðir.

Brúðgómurin

Sjálvandi er eisini týdningarmikið, at brúðgómurin er í lekkrum undirklæðum á brúdleypsdegnum. Vit hava Calvin Klein boxershorts til hansara í fleiri litum og sniðum. Góðskan er í hásæti, og tey fáast í bummull, modal og mikrofiber. SIRI – tí TÚ ert nakað serligt

SIRI – tí TÚ ert nakað serligt